
Um parola
PAROLA ynskir at eggja ungum at LESA, LÆRA & LIVA heimsins kulastu bók!
Einfalda visiónin hjá PAROLA, sprettir úr einum longsli eftir at síggja eitt nýtt ættarlið reisa seg – eitt ættarlið, sum dyrkar Gud og elskar Bókina hjá Honum.
Visiónin er bygt á 2 Timoteus 3:16-17.

Praktiskt
Parola verður hildið í Landspartinum Molise í Suðuritalia. Tað tekur uml. 4 tímar at koyra frá Roma Fiumicino floghavnini, til bygdina í Molise, har Parola er.
Parola 2026 verður hildið 3. - 10. august. Vit byrja kl. 18:00 tann 3. august. Tú mást møguliga koma til Italia dagin fyri, fyri at náa fram til tíðina.
Prísurin fyri Parola er kr. 4.000,- (uppihald, mat, tilfar, bus o.a.). Ferðaseðlar eru sjálvandi ikki íroknaðir! Tit búgva í einum depli mitt í bygdini.
Tú skalt hava seingjarklæðir við.
Hevur tú aðrar spurningar, so ring á Tel (+39) 328 141 2581, ella skriva boð.


